Dátuverndar­kunning

Sp/f Noto ("Noto", "vit", "okkum", "okkara") hevur skyldu til at tryggja hóskandi dátuvernd av teimum upplýsingum, ið vit viðgera um okkara kundar, starvsfólk og veitarar. Vit hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at okkara viðgerð av persónsupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina.

Tá ið Noto umsitur starvsfólkaviðurskifti umframt kunda- og veitarasamstørv, eru vit sum meginregla dátuábyrgdari.

Okkara viðgerðir sum dátuábyrgdari

Vitjandi á noto.fo - Nethandil

Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu røkja okkara kundasamstørv, undir hesum at selja okkara vørur og tænastur. Tá tú keypir á nethandlinum hjá okkum, verður hetta gjørt umvegis okkara veitara Shopify. Til ber at lesa teirra viðgerð av tínum persónupplýsingum her.

Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri at kunna halda eina avtalu við kundan ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá kundanum er neyðugt, áðrenn avtalan verður inngingin sbrt. § 8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.

Sløg av persónupplýsingum: Fyri at vit kunnu veita vøruna er neyðugt, at vit skráseta navn, samskiftisupplýsingar umframt veitingarbústað. Vit varðveita ikki gjaldkortsupplýsingar.

Varðveitslutíðarskeið: Vit hava skyldu til at goyma ávísar upplýsingar upp til 5 ár sbrt. bókhaldslógini.

Tíðindabræv

Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu røkja okkara kundasamstørv, undir hesum at selja okkara vørur og tænastur. Tá tú keypir á nethandlinum hjá okkum ella skrásetur teg til okkara tíðindabræv, verður hetta gjørt umvegis okkara veitara Mailchimp. Til ber at lesa teirra viðgerð av tínum persónupplýsingum her.

Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri at kunna halda eina avtalu við kundan ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá kundanum er neyðugt, áðrenn avtalan verður inngingin sbrt. § 8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.

Sløg av persónupplýsingum: Fyri at vit kunnu veita vøruna er neyðugt, at vit skráseta navn, samskiftisupplýsingar umframt veitingarbústað. Vit varðveita ikki gjaldkortsupplýsingar.

Varðveitslutíðarskeið: Vit hava skyldu til at goyma ávísar upplýsingar upp til 5 ár sbrt. bókhaldslógini.

Fyrisiting av veitarasamstørvum

Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu umsita okkara sáttmálar við veitarar umframt at útvega og móttaka vørur- og tænastur frá okkara veitarum.

Heimild: Viðgerðin er grundað á okkara heimilað áhugamál, ið at røkja okkara veitarasamstørv umframt at menna okkara tænastur sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6.

Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar upplýsingar um veitaran umframt samskiftisupplýsingar hjá ávísum starvsfólki hjá veitaranum.

Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita upplýsingarnar, undir hesum ávísar persónupplýsingar í 5 ár. Samskiftisupplýsingar verða varðveittar, so leingi okkara samstarv við veitaran heldur fram.

Dátuvernd

Kunningartøkni hevur stóran týdning fyri okkara virksemi, og tær tænastur vit veita kundum okkara. Vit hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, ið tryggja kundadátur, persónupplýsingar og aðrar trúnaðarligar upplýsingar.

Okkara heimasíða noto.fo, nýtir eitt góðkent SSL Sertifikat, ið merkir, at allar upplýsingarnar verða fluttar bronglaðar og trygt umvegis síðuna.


Tíni rættindi

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi sambært dátuverndarlógini, sum Noto hevur skyldu til at fylgja. Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Ynskir tú, at tínar persónupplýsingar verða strikaðar, og at Noto avmarkar viðgerðina av tínum persónupplýsingum ella nýtir tín rætt til dátuflutning ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Tá vit viðgera persónupplýsingar grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum. Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.


Samband

Hevur tú spurningar til okkum viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ella ynskir tú at nýta tíni rættindi, sum lýst omanfyri, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Sp/f Noto
Smyrilsvegur 5
FO-100 Tórshavn

+298 755 000
noto@noto.fo
www.noto.fo


Kæra

Ynskir tú at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost til noto@noto.fo og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.

Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðu Dátueftirlitsins www.dat.fo.


Dagføringar

Okkara dátuverndarkunning verður leypandi dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru. Dátuverndarkunningin er seinast dagførd tann 11. desember 2023.